Stuttsøgan “Eitt ljóð úr stovuni” í nýggja Ó-blaðnum

Fyrr í vikuni kom Ó-blaðið út á triðja sinni. Aftur hesa ferð var ein nýggj stuttsøga hjá mær í blaðnum. Tað er stuttsøgan “Eitt ljóð úr stovuni,” sum stendur á prenti fyri fyrstu ferð. Seinast eg hevði eina stuttsøgu í Ó-blaðnum var fyrr í ár, í blað nr. 2. Tað var stuttsøgan “Mammaudrongur.”

Advertisements

Upplestur á Bókadøgunum: Bókabøðil

Tríggir leikarar lesa seks stuttsøgur á trimum hæddum. Hans Tórgarð lesur mína stuttsøgu “Bókabøðil”.
KVF hevði eitt innslag í morgunsendingini. Hoyr innslagið her.
KVF:
Hóskvøldið 24. november verða nýumvældu húsini hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu í Havn karmur um eitt nýtt tiltak, sum hevur fingið heitið Sjeystjørnur.

Heitið hevur tilsipingar til William Heinesen, sum er føddur har í húsinum og skrivaði “Tornið við heimsins enda” á kvistinum á ovastu hædd, og til bókina “Móðir sjeystjørna”, sum snýr seg um kærleika av ymiskum slag.

Fleiri stuttsøgusøvn eru givin út seinastu árini og aðalendamálið við tiltakinum er at varpa ljós á stuttsøgurnar og hartil leita aftur til gamla frásagnarsiðin, har vit tey myrku kvøldini savnast í stovuni inni at lurta eftir søgum.

Stuttsøgurnar, ið verða at hoyra eru eftir Sólrún Michelsen, Hanus Kamban, Ingun Christensen, Sámal Soll, Oddvør Johansen, Arnbjørn Dalsgarð og Katrin Ottarsdóttir. Tey trý, ið fara at lesa søgurnar eru Gunnvá Zachariasen, Hans Tórgarð og Mariann Hansen.

Tiltakið fer fram á øllum trimum ovastu hæddunum í húsunum, og á hvørjari hædd er ein upplesari, sum fortelur tvær til tríggjar stuttsøgur. Áhoyrararnir verða deildir upp, soleiðis at byrjað verður á øllum trimum hæddum í senn, og tá umleið ein hálvur tími er farin, flyta áhoyrararnir úr einari hædd í aðra at lurta eftir hinum søgunum. Á hvørjari hædd verður eisini ymiskt gómagott bjóðað sum part av atgongumerkinum.

Sjeystjørnur er eisini ein upptakt til árligu Bókadagarnar í Norðurlandahúsinum, sum verða leygardagin og sunnudagin 26.-27. november. Tiltakið verður hóskvøldið 24. november kl. 20.00 og tað eru FarLit, Hafnia og Norðurlandahúsið, ið standa fyri tiltakinum og Tórshavnar Kommuna hevur stuðlað.

Atgongumerki á 150 kr fæst á Hafnia, í Norðurlandahúsinum og við dyrnar um atgongumerkir eru eftir.

Útvarpsleikur: Petur Oluf Rasmusarson Norðvík

Nú kl 20.00 verður ein stuttsøga hjá mær at hoyra sum útvarpsleikur í Útvarpinum. Tað er manningin á Røddini, sum so meistarliga hevur tulkað tí løgnu og (ja, let’s face it) fúlu søguna um Petur Oluf Rasmusarson Norðvík, sum stendur í savninum “Glasbúrið – 19 stuttsøgur,” sum kom út í september í fjør. Lurtið, um tit tola tað. 🙂
Leikurin kann eisini hoyrast við at trýsta á leinkið niðast í hesi dagføring.
Leikarnir eru:
Petur Oluf Rasmusarson Norðvík: Rasmus Vigant Samuelsen
Marianna: Tóra í Stórustovu
Kaffidama og kvinna: Hanna Vang
Pól Jóhannus Miðrað og politikkari: Tummas Napoleon Arge
Politistur og politikkari: Bjarni Rasmussen
Kona Petur Oluf Rasmusarson Norðvík: Rebekka Manuela Behrens.
Anna Poulsen stóð fyri upptøkuni og Katrin Dahl Hanusson er frásøgufólk og leggur leikin til rættis.
Flott, tit øll somul! 🙂

Leikurin kann hoyrast her

Glasbúrið hevur nú fingið trý ummæli

Nú eru tveir mánaðir síðani stuttsøgusavnið “Glasbúrið – 19 stuttsøgur” kom út og longu hevur savnið fingið trý ummæli.

Fyrsta ummælið hevði yvirskriftina “Glasbúrið sker ígjøgnum.” Tað vóru Anna Poulsen og Rebekka Manuela Behrens, sum ummæltu savnið fyri Röddina. Tað ummælið kann lesast her: Glasbúrið sker ígjøgnum.

Næsta ummælið stóð í Sosialinum 23. oktober. Meinhard Jensen skrivaði ummælið “Realisma og marrur í Havn.” Tað ummælið kann lesast her: Realisma og marrur í Havn (PDF)

Og síðani kom so innslag um savnið og eitt ummæli frá Vónbjørt Vang í mentanarsendingini Grindini hjá KVF, sum kann síggjast her: Innslag um Glasbúrið í Grindini. (GG: Spola fram til 29:00).

Savnið, sum forlagið Sprotin hevur givið út, fæst í bókabúðunum fyri 198 krónur.

glasburid1